Hendingin fór fram á einum kampingplássi í útjaðaranum av Longyearbýnum. Tíðindamaðurin hjá NRK á staðnum váttar, at álopni maðurin lá í einum tjaldi á plássinum.
Seks aðrir persónar, sum vóru á staðnum, er fluttir á sjúkrahús. Teir hava ikki fingið skaða, men verða kannaðir av læknum og sjúkrarøktarfrøðingum og einum lokalum krepputoymi.
Tann dripni búði á kampingplássinum saman við øðrum ferðafólkum, og hann var deyður, tá ið hann kom á sjúkrahúsið.
- Vit arbeiða við at eyðmerkja tann deyða. Vit vita ikki, hvør landsmaðurin hann er, sigur ein umboðsmaður fyri myndugleikarnar til norska blaðið VG.