Borðtennis
Um vikuskiftið var føroyska landsliðið í borðtennis í Íslandi. Íslendskameistarakappingin var á skránni og fýrati leikarar vóru komnir til Reykjavíkar at dystast.
Á føroyska landsliðnum vóru Atli Skaalum úr Tórshavn, Jónsvein Petersen úr Vík og Jógvan Jákup Høj úr Tórshavn.
Jónsvein og Atli vunnu heiðursmerki
Jónsvein Petersen og Atli Skaalum leiktu í bólkinum fyri rørslutarnað. Jónsvein leikti fimm dystir í einstaklingakappingini, hann vann fýra og tapti ein. Hann leikti sannførandi, men av tí at hann var gestaluttakari, slapp hann ikki at leika um heiðursmerkini.
Atli Skaalum kláraði seg eisini væl. Hann leikti fimm dystir í innleiðandi kappingi, hann vann tríggjar og tapti tveir. Ein teirra, ið Atli basti í einmansleiki, vann bronsumerki, tá ið avtornaði.
Kappingin í tvímansleiki var opin kapping, so her høvdu føroyingarnir møguleika at dystast um heiðursmerkini. Í kappingini fyri rørslutarnað vóru tveir innleiðandi bólkar. Seks lið vóru í hvørjum bólki. Atli og Jónsvein vunnu fýra dystir og taptu ein. Teir endaðu á øðrum plássi og skuldu tí dystast um bronsumerki. Dysturin um triðja plássið var javnur, men føroyingarnir megnaðu at vinna fimta settið.
Jógvan Jákup smæddist ikki burtur.
Yngsti maðurin á føroyska ferðaliðnum var Jógvan Jákup Høj úr Havn. Jógvan Jákup var í bólkinum fyri menningartarnað. Jógvan Jákup kom illa frá byrjan og tapti tveir teir fyrstu dystirnar tepurt. Men so kom ferð á, og hann vann tríggjar teir næstu dystirnar. Hann fekk sostatt seks stig og endaði á øðrum plássi í innleiðandi kappingini. Men av tí at hann var gestaluttakari, so slapp hann ikki í finalubólkin.
Skemman stuðlaði føroysku luttøkuni.
Íslendingar eru góðir borðtennisleikarar. Teir hava í nøkur ár verið á altjóða pallinum og hava fingið góð úrslit í bæði EM- og HM - kappingum. Fremsti borðtennisleikarin í Íslandi í løtuni var við í kappingini. Hesin situr í koyristóli, og er sitaður nummar 17 á altjóða styrkislistanum.
Jákup á Duul Jacobsen og Skemman eru høvuðsstuðlar hjá Ítróttasambandi Fatlaðra í Íslandi. Og tá ið íslendingar buðu føroyingum til meistarakappingina, so boðaði Skemman á Hálsi frá, og segði, at teir vildu stuðla føroyska tiltakinum.