Í døgunum 15 til 21 august er evropameistarakapping í svimjing í Budapest. Tað er á triðja sinni at skipað verður fyri eini tílíkari svimjikapping fyri menningartarnaði. Men hetta er fyrstu ferð at Føroyar luttaka.
Tað er 16 ára gamli Ragnvaldur Jensen av Sandi, sum skal umboða Føroyar til kappingina. Ragnvald hevur vant dúgliga fram til kappingina. Umframt at venja við ÍSB, venur Ragnvaldur eisini við Havnar Svimjifelag. Til kappingina í Budapest skal Ragnvaldur luttaka í 4 kappingum, 50 m frí og bringu, 100 m bringu og 200 m bringu.
Ragnvaldur fer við venjara sínum av landinum longu 10 august. Fyrst gongur leiðin til Danmarkar, har hann skal venja í 50 m hyli í nakrar dagar áðrenn farið verður víðari til Budapest. Ferðalaðið verður aftur í Føroyum 21 august.