24. - 28. mai verður ein av størstu kappingunum í svimjing fyri brekað. Hendan eitur International German Swimming Championships og verður hildin í Berlin í Týsklandi.
Kappingin er um týska meistaraskapið, men altjóða luttøka er eisini á skránni. Svimjarar við breki koma úr øllum heiminum til Týsklands at kappast ímóti øðrum javnlíkum
Føroyar eru eisini við í hesi stóru kapping. Okkara svimjarar eru: Heidi Andreasen, Ragnvaldur Jensen, Apolonia Justesen, Osvald Hansen og Dann Akursmørk. Tilsamans eru tey við í 26 kappingum.










