Síðstu árini er virksemið hjá Ítróttarsambandinum fyri brekað vaksið munandi. Bæði, tí fleiri eru farin at íðka ítrótt, men eisini, tí ítróttargreinirnar eru blivnar fleiri. Nú skipar ÍSB árliga fyri fleiri kappingum í bæði boccia, svimjing, frælsum ítrótti og borðtennis.
Samstundis er tørvurin á hjálparfólkum til kappingarnar eisini vaksin, og tí roynir ÍSB nú at koma í samband við fólk, sum vilja rætta eina hjálpandi hond, tá kappingarnar eru.
– Samstundis sum vit hava alsamt fleiri kappingar og fleiri íðkandi, fáa vit eisini meira brúk fyri fólkum at hjálpa okkum við praktiskum uppgávum, tá kappingar eru. Nú skipa vit fyri í minsta lagi trimum kappingum um árið í hvørjari av ítróttargreinunum, og tað krevur altso fleiri hjálparfólk til kappingarnar, sigur Tóra Øre Hansen, ítróttarskrivari hjá ÍSB.
Hon sigur, at tað eisini ger seg galdandi, at onkur av teimum, sum trúliga hava hjálpt til, eru flutt uttanlands, og at ÍSB tí vónar at finna onnur, ið kunnu koma í teirra stað – umframt gjarna nøkur fleiri aftrat.
Onkran at heita á
– Øll kunnu bjóða seg fram, tí vit seta ikki nakrar serligar treytir, tí tað snýr seg fyri tað mesta um sovorðið, sum at taka tíð og syrgja fyri, at ítróttarfólkini koma upp á pláss. Venjararnir eru ofta upptiknir av teimum, sum er í kapping, so tí hava vit brúk fyri øðrum, ið kunnu hjálpa okkum at fáa alt at ganga, sum tað skal, sigur hon.
Eitt nú er ætlanin at útbúgva nakrar boccia-dómarar, og ítróttarskrivarin hjá ÍSB sigur, at er tað onkur, ið hevur hug at hjálpa til á tí økinum, so ber til at koma á skeið. Og hava fólk kunnleika til onkra av ítróttargreinunum, kunnu tey sjálvandi eisini sleppa at hjálpa meira ítøkiliga til.
– Tað stutta av tí langa er, at vit ikki endiliga vilja hava, at fólk skulu binda seg til so og so nógv, men at tey kunnu vera til at heita á hjá okkum, tá brúk er fyri einari hjálpandi hond. Er tað ongur, sum hevur hug til tað, er bara at venda sær til ÍSB, sigur Tóra Øre Hansen.