ÍSB hevur skipað fyri svimji- og bocciakapping á Jóansøku, kappingarnar vóru sunnudagin 26. Juni. Tey Luttakandi komu úr ítróttafeløgunum Svani í eysturoynni og Smæruni í Havn, umframt hetta vóru fleiri ítróttafólk úr suðuroynni.
Hentzia Mýrá, úr Vági, gjørdist vinnari í bocciakappingini, meðan Jonhard Haraldsen úr Smæruni fekk silvur. Herfinn Haraldsen eisini úr Smæruni vann bronsu.
Í svimjikappingini var tað unga havnagentan Signa Vár Dávadóttir úr Smæruni, ið vann felst heiðursmerki hjá gentunum, og Elvin Weihe úr Svani gjørdist stóri vinnarin hjá monnunum.
Kappingin, sum var í svimjihøllini í Tvøroyra skúla og í fimleikahøllini eydnaðist væl. Fleiri ítróttafólk høvdu meldað til, nakrir áskoðarar høvdu eisini leitað sær niðan í skúlan at fylgja við í kappingunum.









