ÍSB-fundur við heimsmeistarum

:-)

Í kvøld frá klokkan sjey til átta hevur ÍSB fund í skúlanum á Argjum. ÍSB hevur boðið tveimum donskum svimjarum, heimsmeistaranum Peter Lund Andersen og heiðursmerkjavinnaranum frá paralympisku leikunum í Atlanta, Martin Jacobsen, higar, og teir fara at verða við á fundinum í kvøld. Endamálið við fundinum er at fáa teir at vísa á, hvussu nógv svimjarar á altjóða støði venja, og hvussu langt ber til at koma, hóast brek. Teir fara á fundinum at greiða frá, hvussu teir eru komnir so langt, og hvat teir ætla sær víðari, umframt mangt annað. Høvi verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar, og eftir fundin verður møguleiki fyri at síggja teir báðar royna seg í svimjihylinum á Argjum.