Tað er vorðin meiri ella minni fastur táttur av norðoyastevnuskránni, at býráðspolitikkarar úr Havn og Klaksvík dystast á fótbóltsvøllinum.
Tað er Jógvan Páll Joensen, sum fyri ÍSB, skipar fyri hesum dysti, og aftur í ár varð spælt.
Og inntøkurnar, sum koma frá hesum dysti, verða latnar Ítróttarsambandinum hjá teimum brekaðu.
Og á lítlari samkomu seinasta týsdag handaði býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, formanninum í ÍSB Egga Jensen ein kekk upp á 7000 krónur. Hjástaddur var eisini fyriskiparin av tiltakinum Jógvan Páll Joensen.
Egga Jensen takkaði fyri stuðulin, og greiddi frá at ÍSB í ár fer at luttaka í europameistararkapping við Heidelberg Í Týsklandi, og ár 2000 verða tey við á Paralympic leikunum í Sydney í Australia.
Egga Jensen takkaði eisini Jógvani Páll Joensen fyri góða stuðulin, og segði, at fyrsta gávan til ÍSB kom júst frá Jógvani Páll í 1980, tá felagið varð stovnað.
Jógvan við Keldu ynskti ÍSB góðan byr framyvir, og takkaði fyri arbeiðið tey gera.