Farna vikuskifti vóru tríggir ÍSB-svimjarar í Íslandi og tóku lut í íslendska meistaraskapinum í svimjing fyri brekað. Føroysku svimjararnir stóðu seg óvanliga væl og vunnu ikki færri enn seks heiðursmerkir. Tvey gullheiðursmerkir, trý úr silvuri og eitt úr bronsu.
Nú eru tað tríggir borðtennisspælarar hjá ÍSB, sum leita sær til grannatjóðina fyri vestan, har tey skulu royna seg í íslendska meistaraskapinum.
Hava vant síðani á nýggjárinum
Tey trý, sum skulu til Íslands í dag, eru Maureen Garðshamar, Unn Mortensen og Tórður Hjalt Jacobsen. Kappingin verður leygardagin og sunnudagin, og sum áðurnevnt fara tey trý til Íslands í dag.
Spurningurin er so, um tey trý fara at standa seg eins væl og teir tríggir svimjararnir, sum komu aftur við fullari skjáttu av heiðursmerkjum.










