Savnsfagnaður verður hesa vikuna

Nú skúlarnir hava heystfrí, eru søvn­ini aftur klár at bjóða børn­um og foreldrum á savns­fagn­að. Árið í ár er kost­ár, og evnið á Savns­fagn­aðinum hesa ferð er kost­ur.

Fornminnissavnið, Nátt­úr­u­grip­a­savnið, Sjósavnið og Listasavnið hava opið fyri børnum, ungum og vaks­n­um mánadagin 10. til og við fríggjadagin 14. okt­o­ber kl. 11-16.
Skipað er fyri ym­isk­um tiltøkum og frams­ýn­ing­u­num. Uppgávur og ak­ti­vi­tet­ir vera til børn, og tey vaksnu kunnu hjálpa til, hyggja seg um ella fáa sær ein kaffimunn, meðan børn­ini eru aktiv.
Sum nakað nýtt verður í ár møg­uligt hjá børnunum at ogna sær eina savnsbók. Savns­bókin er eitt ringbind í A5 stødd, og tað kostar kr. 20,-. Tað kemur í staðin fyri upp­gávu­heft­ini, sum børn­ini kenna frá árunum framm­anundan. Hesa ferð er ætlanin, at allar upp­gáv­ur eru á leysum A5 ørk­um. Børn­ini av­gera sjálvi, hvørj­ar upp­gáv­ur skulu við í bókina, og sama bók­in kann nýtast á øllum søvn­unum. Savns­bókin kann eisini nýtast aft­an á Savns­fagn­að­in, tí ætl­anin er fram­hald­andi at framleiða tilfar at seta í hana restina av árinum. Eis­ini kemur alt tilfarið at finnast í pdf formati og liggja á heimasíðunum hjá søvn­unum og á www.snar.fo
Í heystfrítíðini lata søvn­ini hvønn dag upp kl. 11 og hava opið til kl. 16. Með­an opið er, er møguligt at síggja og hoyra ymiskt for­vitn­is­ligt. Evnið kostur verð­ur sjálvandi lýst, men eis­ini koma serfrøðingar at vera á søvnunum við for­vitn­is­lig­um tilfari og kunnu svara spurningum frá vitj­andi. Søvnini hava eisini vís­ind­a­fólk, ið hvønn dag fara at greiða frá, hvørjum tey arbeiða við.
Meira kann lesast um skránna til Savnsfagnaðin á www.pressan.fo