Mangt bendir á, at áhugin fyri Savnsfagnaðinum, sum verður í Vágum vikuskiftið 20.-22. apríl, er rættiliga stórur - ikki bara millum tey tilkomnu og eldru, men eisini millum børn og ung.
Í samband við, at Savnsfagnaðin fer Skúlin á Giljanesi at hava evnisviku frá mánadegnum 16. apríl til fríggjadagin 20. apríl.
- Her verður eitt nú arbeitt við sagnum, søgu og mentan og tað, sum kemur burtur úr, verður sýnt fram í ítróttarhøllini á Giljanesi til Savnsfagnaðin.
Á heimasiðu skúlans verður víst á, at næmingarnir verða í skúla til klokkan 12.35 í næstu viku, undantikið týsdagin 17. apríl og fríggjadagin 20. apríl, tá skúladagurin endar klokkan 11.20.