Savnsfagnaður byrjaður

Klokkan 11 í morgun lótu søvnini upp dyrnar fyri spentum børnum, ið komu á savnsfagnað.

Savnsfagnaðurin er eitt tilboð til familjur við børnum í heystfrítíðini.

Søvnini, ið eru við í tiltakinum, eru Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn, Listasavn Føroya og Sjósavnið. Tórshavnar kommuna hevur sett ein eyka býbuss inn, sum koyrir ímillum søvnini eina ferð um tíman.

Evnið á savnsfagnaðinum 2009 er orka, sum søvnini lýsa við spølum og uppgávum á ymiskan hátt. Longu klokkan 11 í morgun kom ein riðil av børnum á gátt við mammum, pápum, ommum og abbum fyri at royna seg, millum annað at viga, lyfta, rógva og annað. Serliga stuttligt hildu børnini tað vera at hjálpa fornfrøðingunum at grava.

Í einum stórum ber til at grava sand upp at sálda og finna smáting sum bein, víkingaperlur, pottaskør og tílíkt.

Í vikuni eftir heystfrítíðina heldur tiltakið fram tiltakið fram fyri 4-6. flokkunum í skúlunum.

Opið er frá klokkan 11 til klokkan 16.