Savnsætlan fyri 32 milliónir

Krígssavnið hevur stórar ætlanir um eitt umfatandi savn, ið skal lýsa tey árin, ið seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið

Bretski kommandosentralurin undir krígnum, tann sonevnd SOR-bygningurin (Sector Observation Room) við flogvøllin í Vágum, skal gerast ein miðdepil fyri krígssøgu Føroya. Bygningurin, ofta nevndur ”grøni bygningurin”, skal setast í upprunastand og eftir ætlan vera ein natúrligur partur av savninum. Eftir ambitiøsu útbyggingarætlanini verður eitt flagtak, eitt hválv, lagt oman yvir SOR-bygningin. Harvið verður skapt eitt umhvørvi, ið eisini gevur gott pláss at sýna fram teir mongu fornlutir, ið finnast frá krígnum.
- Umleið 250.000 ferðandi fara um floghavnina árliga, og Krígssavnið liggur bara fáar metrar haðani. Savnið kann gerast eitt stað, har ferðavinnan kann blóma, sigur Karl Jóhan Nielsen.
Útbyggingarætlanin er mett at kosta 32 milliónir krónur.
- Vit fara nú at søkja stuðul, bæði herheima og uttanlands. Men tað er greitt, at arbeiðið byrjar ikki, fyrr enn fíggingin er komin uppá pláss, sigur Karl Jóhan Nielsen.
Ráðgevara- og arkitektafyritøkurnar WestTech í Sørvági og Fuglark í Klaksvík hava gjørt uppskotið um, hvussu gomlu bygningarnir frá seinna heimsbardaga kunnu gerast til eitt fullfíggjað krígssavn.