Savningarmegi heldur enn spjaðingarmegi!

Hvørjar søgur siga vit frá og hvønn týdning hava tær ?

 

Í leiðslumenning arbeiða vit m.a. við søgufrásøgnum sum leiðslu- og menningaramboð.

 

Lítið er so kraftmikið at ávirka fólk sum søgur. Søgur um hini, søgur um okkum, søgur um tað, ið var og søgur um tað, ið er - søgur um tað, ið liggur fyri framman.

 

Søgur um tað almenna og søgur um vinnulívið - søgur um motiv, bakgrund og endamál - søgur um at vilja tað sama og søgur um at vilja hvør sítt - søgur um tey, ið vilja gera sær dælt av og søgur um tey, ið vilja okkum tað væl. Søgur um tað almenna, ið bara brúkar pening og søgur um tað privata vinnulívið, ið bara rænur pening.

 

Hvaðani koma hesa søgur og hvønn týdning hava tær ?

 

Hugsi at tær eru føddar úr ymsum keldum. Nakrar eru ideologiskt bundnar, aðrar eru kanska meira siðbundnar og nakrar eru helst eisini søgur um hendingar, ið eru farnar fram, og tí definera søguna um júst tann persónin, skipanina, felagsskapin, samfelagsbólkin osfr.

 

Mín fatan av okkara fólkaræði er at tað eru ymsar "kjarnusøgur", ið eru stýrandi og gera størri skaða enn gagn. Hesar mongu søgur, ið seta samfelagið upp í antin / ella, svart / hvítt, ónt / gott, brúka / ræna, skapa virði / taka virði osfr.

 

Hesar negativu søgur eru í løtuni ein týðandi forðing fyri at vit skapa eina sterka savningarmegi kring samfelagið Føroyar. Og saman við einari rótfestari politiskari siðvenju og mentan, ið ikki leitar sær breiðar langtíðar semjur - er hetta í løtuni ein tann stórsta forðingin fyri at vit kunnu menna einar burðardyggar og haldførar Føroyar!

 

Ein háttur at gera upp og meta um hvussu sterk savningarmegin er í einum samfelag, er at meta um hvussu stórt álitið er millum ymsu partarnar í samfelagnum. Kennist samfelagið rættvíst at virka og liva í, og hvussu gott er samstarvið millum ymsu partarnar í samfelagnum - Álit, Rættvísi og Samstarv - hetta, ið vit nevna tann Sosiali kapitalurin.

 

Tað er við virðing fyri hvørjum øðrum, veruligum áhuga fyri hvat vit útinna í ymsu leiklutunum í samfelagnum, at vit kunnu hittast at finna eina góða javnvág í okkara tilfeingisstýring, virðisskapan og virðisbýti fyri vælferðarsamfelagið Føroyar. 

 

Vit í Tjóðveldi vilja einar frælsar burðardyggar Føroyar, ið avrika væl - leingi!

 

Hugsið tykkum eina breiða politiska semju um eina langtíðar heildarætlan fyri okkara land og tjóð - har vit hava sett grundleggjandi fortreytir, karmar, virði og kós fyri okkara framtíð - har samgonguskjalið fyri 2026-2030 er fyrsti partur av Heildarætlanini - tí semjan er ein langtíðarsemja, ið er grundað á haldføri búskaparliga, umhvørvisliga og sosialt. Leggið so afturat Tjóðarsemjuna um einar frælsar Føroyar - arbeitt og innhugsa í hesa Heildarætlan!

 

Grundarlagið undir tilgongdini - ein sterk og virðilig samskiftis- og samstarvsmentan - eitt livandi og ríkt fólkaræði, ið áhaldandi styrkir okkara savningarmegi, har vit megna at vera ósamd á einum hægri fólkaræðisligum støði enn vit uppliva í dag.

 

Hetta vilja vit í Tjóðveldi fremja - kemur tú við?

 

Set tí X við Tjóðveldi - um tú vil hava eina nýggja, og í verki roynda rødd í Løgtingið - so vís mær álit og gev mær tína atkvøðu - so koyra vit á! 

 

Steinbjørn Hardlei

 

Stjóri í Hardlei Consult, sum hevur sum tilverugrundarlag at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast. Havi drúgvar leiðsluroyndir, m.a. verið rektari á Glasi, har eg eisini undirvísi. Til Løgtingsvalið 26. mars 2026 stilli eg upp fyri Tjóðveldi.