Mánadagin var Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins í Klaksvík og vitjaði eftir innbjóðing frá borgarstjóranum. Endamálið var at tosa um umstøðurnar og møguleikar hjá Klaksvíkini á savnaøkinum og samstudis fekk hann høvi at vitja á Norðoya Fornminnasavn og Klaksvíkar Bókasavn.
Andras Mortensen er stjóri á stovninum ?Søvn Landsins?, sum fevnir um Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina.
Sum skilst kannar Mentamálaráðið eisini hvussu Listasavn Føroya eisini kann verða við í Søvnum Landins.
Í Klaksvík eru Norðoya Fornminnasavn og Klaksvíkar Bókasavn partar av Søvnum Landsins, har tað í báðum førum eru kommunan og landið, sum í felag fíggja raksturin av teimum.
- Tí hevur tað áhuga, bæði fyri kommununa og fyri landsmyndugleikan, at vit sum játtandi myndugleikar í felag samskifta um viðurskiftini og ikki minst lýsa bæði avbjóðingar og møguleikar okkara á hesum økjum, sigur Gunvá við Keldu.
- Søvnini hava stóran týdning fyri okkara samleika og sostatt eisini fyri menningina av okkara samfelag, og tí eiga vit at gera okkara besta til at styrkja og menna hesar stovnar okkara í samstarvi við savnaleiðslurnar.










