Savnast í Havn í morgin

VERKFALL Í morgin stevna pedagogar til Havnar at ganga mótmælisgongu. Pedagogfelagið heitir á foreldur um at leggja trýst á kommunurnar

Pedagogarnir hava nú verið eina viku í verkfalli, og tey hava alla tíðina tiltøk kring landið. Savnast eisini fyri at stuðla hvør øðrum.
Leygardagin var eitt stórt mótmælistiltak á Vaglinum í Havn við fleiri røðum og tónleiki. Hópur av pedagogum, limum í øðrum fakfeløgum, foreldrum og politikarum møttu, hóast tað var bítandi kalt.
Í morgin stevna limirnir í Pedagogfelagnum at ganga mótmælisgongu.
Gongan fer úr Gundadali oman í býin, har røður og tónleikur verða at hoyra.
Tiltakið fer at vara í umleið tveir tímar.
- Vit hava framvegis gott mót, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Foreldrini skilja
Hon sigur, at felagið hevur møtt stórum forstáilsi frá foreldrum hjá børnum, sum nú ikki sleppa í ansing, og felagið hevur fingið góðum stuðul, eisini frá foreldrum at børnum, við serligum avbjóðingum.
- Eg skilji væl, at foreldur eru ørkymlað. Støðan er álvarslig, og vit vita væl, at verkfallið nervar nógv heim, sigur Maud Wang Hansen.
Ráðini hjá felagnum til foreldur er, at tey skulu venda sær til kommununa og spyrja, hvat kommunan ætlar at gera fyri, at stovnarnir kunnu lata uppaftur.
Maud Wang Hansen fær ikki svarað, hvat næsta stigið hjá felagnum verður. Nýggj hugskot koma altíð fram, tá ið pedagogarnir hittast, og sum sagt hittast nógvir pedagogar í Havn í morgin.