Savnast 2. juni

Brian Kerr leggur stóran dent á, at hann sleppur at hitta allar spælararnar, áðrenn fyrireikingarnar til Serbia-dystin veruliga fara ígongd

Fótbóltur

 

Um eina viku tekur Brian Kerr fyrsta bruttohópin til A-landsliðið út.

- Vit hittast fyrst 2. juni. Tá venja vit í tveir dagar, og eftir tveir frídagar hittast vit aftur til endaligu fyrireikingarnar til dystin móti Serbia. Tað gevur mær so eisini møguleikan at hitta hópin og tosa við spælararnar, áðrenn vit veruliga fara undir fyrireikingarnar til dystin móti Serbia. Eg havi sjálvandi tosað við fleiri av spælarunum, men mær dámar best, at vit fáa tveir dagar saman so skjótt, sum tað ber til, sigur Brian Kerr.

Og at byrja við Serbia. Tað verður væl neyvan truplari enn tað sama?

- Í løtuni eru teir fremst í bólkinum, og teir hava spælarar, sum spæla við teimum bestu í Europa. Men teir eru undir trýsti frá Fraklandi, so sjálvandi koma teir her fyri at vinna.

- Hinvegin havi eg sæð okkara dyst í Serbia, og har stóð føroyska liðið seg væl. Kanska skaptu okkara menn ikki so nógv frameftir, emn í verjupartinum stóð liðið seg væl, og tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, tá Føroyar spældu við 10 monnum, at Serbia skoraði til 2-0.

- Men tað er sjálvandi eitt klassalið við klassaspælarum. Og eftir hetta skulu vit spæla móti Fraklandi. So talan er um sera trupult lutakast. Sjálvandi vil tað altíð verða tað, tá vit eru styrkismettir í lægsta pottinum, men Rumenia, Serbia, Frakland og Eysturríki vóru øll við í seinasta endaspælinum, so talan er um serstakliga truplar dystir.

- Men hava eisini okkara styrki. Ikki minst viljan og dirvi, og við spælarum, sum sýna ta entusiasmu, sum mær dámar so væl, so vilja vit avgjørt gera okkara.

- Og so vóni eg, at fólkið er við okkum. Eg veit, at áskoðararnir ikki hava verið so nógvir seinastu tíðina, men vónandi verður liðið stuðlað væl og virðiliga av áskoðarafjøldini. Sjálvur gleði eg meg í øllum førum, nú seinastu fyrireikingarnar standa fyri framman, og eg gleði meg serstakliga nógv til dystirnar, sigur Brian Kerr.