Savnaðu rusk til endurnýtslu

- Hetta er sera gevandi fyri bæði børn og starvsfólk, siga tey í Sands kommunu.

- Barnagarðurin á Sandi hevur enn einaferð víst seg frá síni góðu og kreativu síðu.

 

Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu.

 

Víst verður á, at starvsfólk og børn herfyri vóru niðri á sandinum og savnaðu rusk til endurnýtslu.

 

- Hetta er sera gevandi fyri bæði børn og starvsfólk, og úrslitið sæst á viðheftu myndum.

 

Í Sands kommunu fegnast tey um átøk sum hetta, har sandurin verður ruddaður, samstundis sum hetta stimbrar kreativitetin hjá børnum.

 

- Vit hava ein vælvirkandi og livandi barnagarð við sera dugnaligum starvsfólkum, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Starvsfólk og børn hava verið niðri á sandinum og savnað rusk til endurnýtslu.