Savnaðu eina millión til børn við krabbameini

Føroyska Team Rynkeby liðið fekk nógv burturúr stríðnum

Tað var alt annað enn til fánýtis, tá ið føroyska liðið hjá Team Rynkeby stríddi seg ígjøgnum vind og regn á 1300 kilometra langa súkklutúrinum úr Klaksvík til París.

Tað sigur ein av fyriskiparunum, Finn Danberg, við Rás2.

 

Endamálið við ferðini var at savna pening saman til børn við krabbameini og familur teirra.

 

Og tað gekk so mikið væl hjá føroyska liðnum, at tey kláraðu at savna næstan eina heila millión krónur saman til endamálið.

 

Endaligi roknskapurin er ikki liðugur enn, men tað liggur um eina millión, sum føroyska liðið savnaði saman, leggur hann afturat.

Finn Danberg sigur, at tey eru fegin um úrslitið.

 

Nógv harmaðust um veðrið á ferðini, har tey høvdu væntað sól og summar. Men nú aftan á taka tey hetta bara sum eitt upplivilsi afturat øllum hinum.

Tey, tey øll hugsaðu um á ferðini, var, at hóast tað var strævið, var endamálið gott.

 

- Tey vit savnaðu pening saman til, kunnu ikki bara gevast fyri tað um veðrið ikki er til vildar, sigur hann.

- Tað gjørdi sítt til at øll spentu seg meiri út, enn tey kanska høvdu gjørt, var talan um eina stuttleikaferð burturav.

 

Finn Danberg sigur, at tað avgørt ætlanin at manna eitt føroyskt Team Rynkeby lið aftur næsta ár.