Savnaðu 820.000 krónur til neyðstødd

Føroyingar standa saman um at hjálpa neyðstøddum

 

 

Landsumfatandi innsavningin hjá Reyða Krossi í Føroyum fyri tveimum vikum síðani, fekk stak góða undirtøki.

Reyði Krossur sigur, at tilsamans eru góðar 820.000 krónur komnar inn, sum skulu latast til hjálpararbeiði.

 

Í fjør gjørdist endaliga úrslitið av landsinnsavningini, at 833.000 krónur vórðu savnaðar inn og tað er met hjá Reyða Krossi og sostatt er úrslitið í ár einar 13.000 minni enn í fjør.

 

Sostatt kunnu vit staðfesta, at føroyingar standa saman um at stuðla hjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi, sigur formaðurin í Reyða Krossi í Føroyum, Hjalti í Jákupsstovu.

 

Fleiri hundrað fólk hjálptu sjálvboðið til við landsinnsavningini, ið var leygardagin 13. september. Hesar 16 dagarnar, síðani innsavningina, hava tey talt tað, sum kom inn í bússurnar og og tað, sum kom inn við á telefinini, heimasíðuni og varð sett á kontur í peningastovnunum, sigur Reyði Krossur.