Savnaðu 15.000 krónur til Beran

Seinastu árini hava børnini í Sankta Frans skúla hvørt ár skipa fyri eini jólaloppusølu í desembur.

 

Í ár var hetta tiltakið fyri áttindu ferð.

- Næmingunum dáma so serstakliga væl hesa avbjóðingina. Tá tey møttu klokkan 8, fóru tey at rigga til, seta fram, prísmerkja, prýða og gera tað so hugnaligt. Heldur enn at savna saman pengar ST-dagin, sum vit hava gjørt í mong ár, hildu vit tað vera skilabest at lata børnini sjálvi sleppa at royna seg í innsavning, skrivar skúlaleiðslan á heimasíðu skúlans.

 

Í ár var avgjørt, at peningurin, sum varð savnaður inn, skuldi latast hjálparfelagsskapinum Beranum.

- Berin er felagsskapur, sum vit hava hoyrt og sæð nakað til í miðlunum, tí at tey á ein skilagóðan og hjartaligan máta lata tey, sum hava mist mammu, pápa ella systkin, finna saman í samrøðum og felagsskapi, samhuga og ugga, stendur at lesa.

 

Jólaloppusølan hjá næmingunum gav 15. 612 krónur. Tær vóru latnar Beranum undir morgunsangi og Lusiugongu fríggjadagin. Leiðarin Oddvør Poulsen, sum einaferð var næmingur í Sankta Frans skúla, tók ímóti kekkinum og takkaði hjartaliga vegna Beran.