Savna undirskriftir í Klaksvík

Í sendingini Fimmarin í Útvarpi Føroya mikudagin, kom fram, at partur av kirkjufólkinum í Klaksvík, var farin undir at savna undirskriftir, fyri at mótmæla avgerðini hjá einum meiriluta av kirkjuráðnum, og teimum báðum prestunum, Niels Paula Danielsen og Hans Eiler Hammer, at nokta Karsten Nissen, bispi í Viborg, at prædika í Christianskirkjuni

Fróði Løkságarð


Ásbjørn Lómaklett sum er ein av stigtakarunum til innsavnanina av undirskriftum sigur, at hetta fyrst og fremst verður gjørt fyri at vísa á óngøgdina hjá stórum parti av kirkjufólkinum í Klaksvík, um tað sum hann nevnir fundamentalistisku avgerðina hjá einum meirluta av kirkjuráðnum og teimum báðum prestunum

Asbjørn Lómaklett, sigur víðari, at tey sum standa fyri innsavningini, ikki taka nakra støðu í málinum um tey samkyntu, men bara vilja átala tað ófólkaligu viðferð bispurin í Viborg, Karsten Nissen, hevur fingið í hesum máli. -Hetta er stór skomm, sigur Asbjørn Lómaklett, sum sigur víðari, at hetta er lítið sømiligt fyri túsundárahaldið. Tann vakra altartalvan í Christianskirkjuni, sum flest øll eru samd um er rættuliga prýðilig, stavar úr Viborg, og Asbjørn Lómaklett og hinir stigtakararnir til innsavningina halda tað vera rættuliga løgið, og hartil ófólkaligt at nokta hægsta kirkjuliga mynduleika í Viborg, at prædika í Christianskirkjuni.

Ætlanin er at senda allar undirskriftirnar til Føroya bisp, soleiðis at hann kann síggja, at klaksvíksingar ikki eru samdir í hesum máli, soleiðis at hann síggja, at orsøk er til at broyta tiknu avgerðina. Tey, ið standa fyri innsavningini av undirskriftunum siga seg ikki vera heilt greið yvir, um bispur, útfrá samlaðu undirskriftiunum, kann broyta nakra tikna avgerð í hesum máli, men tey halda at tað undir øllum umstøðum ein fínur máti at vísa sína ónøgd

Ásbjørn Lómaklett sigur at enda, at hann ivast stórliga um Karsten Nissen vil prædika í Klaksvík hóast alt, um avgerðin hjá kirkjuráðnum og teimum báðum prestunum í Klaksvík skuldi verið broytt, eftir tað ringu viðferð hann hevur fingið.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.


Dómararnir ímóti Toda?

Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.

Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.

- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.

Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.

Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.


Greið mál fyri framtíðina

At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.

- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.

Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.

Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.


Halda fast um gongdina

Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.

- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.

Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.

Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?

- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.

Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.

Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.