Stuðulstiltakið í Norðurlandahúsinum gav meira enn eina fjórðings millión í kassan. Pengarnir skulu brúkast til skúlabygging í Ghana og Liberia Føroya Feitasta Stuðulskonsert fekk góða undirtøku hóskvøldið. Útselt var til sjálvt tiltakið, sum bjóðaði góðan og fjølbroyttan tónleik, dans, uppboðssølu, yrkingar og annað. Og tey, sum ikki høvdu møguleika at verða við í Norðurlandahúsinum, kundu lurta eftir Rás2, sum sendi beinleiðis frá tiltakinum.
Hugurin at stuðla var góður. Fólk vórðu íðin at taka lut í uppboðssøluni av listaverkum, fólk lótu eisini pengar umvegis telefon, sms-boð og brævbjálvar, og uttanríkisráðharrin møtti eisini upp við einum kekki í hondini.
Tá ið kvøldið var liðugt, vóru 267.000 krónur komnar inn, og tað vóru fyrireikararnir væl nøgdir við.