Savnað samferðsla einasta loysnin

Øll skulu gjalda fyri eina væl virkandi føroyska samferðslu, har vegir, ferjur og tunlar eru savnað í eina eind, heldur Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum

Heini O. Heinesen, umboð Tjóðveldisfloksins í vinnunevndini, hevur ikki tikið støðu til uppskotið hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, um at privatisera samferðslukervið.

Men Heini O. Heinesen hevur kortini sínar egnu tankar um, hvussu føroyska samferðslukervið eigur at skipast.

? Eg haldi, at samferðslukervið kann sammetast við telefon- og elkervið. Vegir, skip og tunlar eru í veruleikanum ein eind, og tí haldi eg, at tey eiga at skipast sum ein eind, sigur Heini O. Heinesen.


Nýtslugjald

Uppskotið hjá Bjarna Djurholm snýr seg um at privatisera busskoyringina og siglingina, sum Strandfaraskip Landsins í dag røkja.

Hesum er Heini O. Heinesen ikki beinleiðis ímóti, hóast hann ikki roknar við, at hetta fer at skapa betur tænastu.

Besta samferðslukervið heldur Heini O. Heinesen vera eitt samferðslukerv, sum verður fíggjað av teimum, sum brúka tað.

? Vit áttu at havt eitt samferðslukerv, sum ikki er dýrari fyri tey, ið búgva úti um landið og noyðast at sigla til miðstaðarøkið. Samferðslukervið skal vera soleiðis skipað, at tey sum til dømis koyra úr Havn til Eiðis skulu rinda fyri at hava koyrt hendan teinin, eins og suðuroyingar rinda fyri at ferðast um Suðuroyarfjørð við Smyrli, sigur Heini O. Heinesen.

Hetta heldur Heini O. Heinesen hevði verið eitt rættvísari samferðslukerv, enn tað, sum vit hava í dag. Hetta samferðslukervið hevði givið vinnuni úti um landið og vinnuni í miðstaðarøkinum somu fortreytir. Tí eftir hesi skipan skuldu øll rindað fyri at brúkt samferðslukervið.

? Eftir skipanini í dag eru tað bert tey, sum sigla við ferjunum, ið rinda veruligt nýtslugjald, og hetta er eitt sindur órættvíst, heldur Heini O. Heinesen.

Heini O. Heinesen heldur, at skipanin fyri nýtslugjald av landsvegunum skuldi verið soleiðis snikkað saman, at kilometurteljarin varð lisin av við jøvnum millumbilum, og so skuldu fólk rinda eina ávísa upphædd fyri kilometurin. Hetta er ein skipan, sum til dømis er galdandi í Íslandi, vísir Heini O. Heinesen á.


Má vera stórt felag

Skal samferðslukervið ella partar av tí privatiserast, heldur Heini O. Heinesen tað vera alneyðugt, at tað verður eitt stórt felag, ið skal røkja flutningin.

? Verða tað ymisk feløg, ið skulu røkja farleiðirnar, er heilt vist, at útjaðarin kemur at bløða fyri tað. Tí tá verður bert áhugi fyri at røkja tær leiðirnar, sum frammanundan geva yvirskot, sigur Heini O. Heinesen.

Í Uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, stendur, at landsstýrismaðurin hevur rætt til at krevja, at umsøkjari, sum treyt fyri at fáa loyvi at røkja ávísa farleið, bindur seg til at skipa fyri nærri tilskilaðum flutningi á aðrari farleið.

Hesum tekur Heini O. Heinesen undir við. Hann heldur, at um eitt felag fær loyvi at røkja yvirskotsleiðina um Leirvíksfjørð, eigur tað at verða álagt tí at røkja undirskotsleiðirnar til restina av Norðoyggjum umframt.

Heini O. Heinesen hevur enn ikki sett seg gjølla inn í uppskotið hjá Bjarna Djurholm, men tað fer hann at gera komandi dagarnar.