Savna pening til Bibliarium

Danmark: Í hesum døgum verður arbeitt við eini ætlan um at stovnseta eitt mentanarhús einaferð í framtíðini við tí endamáli at siga frá søgunum í Bíbliuni, serstakliga ætlað børnum og ungum.

Verkætlanin við heitinum "Bibliarium" fekk mánadagin 500.000 krónur í stuðli frá Den Folkekirkelige Udviklingsfond. Hetta hevur givið fyrireikarunum dirvi at halda á við arbeiðinum, sum er at líkna við vísindaligu ætlanina við Experimentarium í Keypmannahavn.