Savna pengar inn til fíggjarliga sperdar barnafamiljur

Tað stundar til árligu Jólahjálpina hjá Barnabata

 

 

Nú jólini nærkast, stundar eisini til árligu Jólahjálpina hjá Barnabata, eisini kend undir heitinum Í Menniskjum Góður Tokki, her peningur verður savnaður inn fyri at kunna stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum.

 

– Seinastu fimm árini hava yvir 2700 børn í Føroyum fingið ágóðan av hesum átakinum. Sambært hagtølum hjá Barnabata, eru tað í miðal áleið 550 børn í Føroyum, ið liva í fátækraváða hvørt ár, sigur Barnabati og vísir á, át útrokningin byggir á altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum.

 

– Fyri at stuðla hesum familjum sendu vit í dag Jólamyndina út til øll húsarhald í Føroyum, siga tey í tíðindaskrivi.

 

Jólamyndin er, umframt ein mynd til børn og barnsligar sálir at seta lit á, eisini ein lutaseðil við fýra vinningum.

 

– Um ein ynskir at stuðla, og samstundis verða við í lutakastinum, so ber til at skráseta Jólamyndina inni á heimasíðuni hjá Barnabata.

 

Umframt jólamyndina, so skipar Barnabati eisini fyri eini stuðulskonsert, ið verður send í sjónvarpinum 3. sunnudag í advent.

 

Til ber at søkja um Jólahjálp umvegis heimasíðuna hjá Barnabata www.barnabati.fo frá mikudegnum 24. november til og við mikudagin 1. desember.