111 góðir dagar snýr seg um tvær vilstar sálir við ósambæriligum heimsfatanum, sum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum, og tað vísir seg líðandi, at teir eru samantvinnaðir av onkrari megi, ið er nógv størri, enn teir duga at skilja.
– Her er ársins møguleiki at fáa ein føroyskan spælifilm í biografarnar. Trygvi Danielsen hevur gjørt sín fyrsta spælifilm, og vit eru so dansandi tætt við at fáa hann lidnan. Vit mangla bert fígging til biografljóðbland og litbland. Góðu tit, hjálpið okkum tað síðsta pettið á mál, skriva Pætur Marjunarson Dahl, filmsframleiðari og Trygvi Danielsen, leikstjóri á hopfigging.fo.
Fyri at verkætlaninan skal gerast veruleiki, er ætlanin at savna inn 90.000 krónur áðrenn 1. mars 2021. 5251 krónur eru higartil lætnar verkætlanini. Síggj meir ella stuðla her










