Aftur á jólum í ár fer Barnabati at hjálpa barnafamiljum, sum ikki hava so góð ráð at halda jól. Jólini eru ikki heilt enn, men longu nú fer Barnabatni kortini undir at savna pening inn til endamálið, so at eisini tey kunnu fáa eini gleðilig jól.
Í Barnabata siga tey, at hagtølini vísa, at tað eru alsamt fleiri barnafamiljur, sum eru so illa fyri fíggjarliga, at tær søkja Barnabata um jólahjálp.
Í hesum sambandi fara øll húski í landinum at fáa eina heilsan frá Barnabata nú í heystferiuni. Tað er ein jólamynd til børnini, har tey kunnu seta sínar egnu litir á. Baksíðan á jólamyndini er hartil ein lutaseðil við fýra vinningum.
Tey, sum vilja stuðla Barnabati við eini upphædd, sum verður brúkt til jólahjálp, skulu fara inn á heimasíðuna hjá felagsskapinum, sum er barnabati.fo, og har kunnu tey skráseta jólamyndina og velja upphæddina, sum tey vilja stuðla við.
– Tað byrjar mánadagin og allar upphæddir eru kærkomnar. Men fyri at verða við í lutakastinum, má stuðulin verða minst 100 krónur, og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til fíggjarligar sperdar barnafamiljur.
Barnabati sigur, at hvørt hús fær bara eina jólamynd, men eru fleiri børn í familjuni, ella vilja tey vaksnu ogna sær fleiri lutaseðlar, ber til at fara í FK handlarnir kring Føroyar og tí har eru jólamyndir at fáa fyri einki.