Savna nú inn á Strondum

Strendur: Hóast ein kommuna vantar í tað endaliga talið, gav landsinnsavningin hjá Reyða Krossi íalt 720.000 krónur.

Av ávísum orsøkum kundu tey á Strondum ikki vera við, tá savnað varð inn kring oyggjarnar fyrr í heyst.

Nú er kortini avgerð tikin um, at tey í Sjóvar kommunu fara undir hetta hesa vikuna.

Ætlanin er síðani at telja innkomnu upphæddina mánadagin í næstu viku, og verður miðað eftir at upphæddin verður flutt á konto sama kvøld.

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi hevur annars longu nú givið 40.000 krónur meiri enn í fjør.