Savnað nógv órudd

Annan leygardagin á rað hava nólsoyingar havt ruddingardagar.

Seinasta leygardag var almennur ruddingardagur í allari kommununi, og tá ruddaðu nógsoyingar eisini. Men so nógv lá og reykst, at avgjørt varð at rudda aftur nú leygardagin.

Og nógv kom burtur úr, sum myndin eisini vísir.

Eins og undanfarna leygardag varð byrjað við morgunmati í Avhaldshúsinum, har hvør kom við sínum íkasti. Síðani var hildið á at rudda um alla bygdina og úti í bønum eisini.

Byrjað var at rudda um 10-tíðina g hildið var á fram ímóti klokkan 18, tá tey seinastu fóru til hús. Rúgvan, ið varð savnað saman úti á Klivum, var størri enn undanfarna leygardag, so væl kom burtur úr.