Savna menn sum eru ella hava verið sjúkir av prostatakrabba

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 19. mars kl. 19.00 til 21.00, hetta skrivar Krabbameinsfelagið

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri áhugaverdum og forvitnisligum tiltaki mikukvøldið 19. mars kl. 19.00 til 21.00. Marnar Fríðheim Kristiansen lækni og granskari kemur at hava eitt upplegg. Krabbameinsfelagið vónar at luttakararnir verða fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.

 

 

Skráin:

 

- Drekkamunnur

 

- Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast

 

- Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum 

 

- Hagtøl av Prostatakrabba í Føroyum við Marnar Fríðheim Kristiansen

 

- Hugnaløta okkara millum í bólkinum, har vit hava møguleikað at siga fram í orðum og deila sjúkuupplivingar seinastu tíðina, - og annað, ið vit kunnu prátað og kjakast um.

 

- Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

 

Teir sum ætlar at koma, skulu boða frá í seinasta lagi mikudagin 19. mars kl. 12.00, á telefon 317959, send sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.