Fa týsdegnum at rokna kunnu borgarar í Sunda kommunu fara á umhvørvisplássið við Streymin við lutum, ið kunnu endurnýtast Sundalagsfólk, sum hava gamalt innbúgv, lampur, steintoy, el-lutir, timbur og slíkt, sum tey vilja av við og er ov gott til at tveita burtur, kunnu fara á umhvørvisplássið við Streymin við lutunum.
Hetta er samstundis ein máti at stuðla arbeiðinum hjá Dugna.
Á umhvørvisplássinum við Streymin stendur ein bingja, ið er merkt ?Dugni-Endurnýtsla?. Bingjan verður javnan flutt til endurnýtsluhøllina á Kambsdali, har lutirnir verða kannaðir, umvældir og vaskaðir, áðrenn teir fara inn í handilin, ið er opin allar vanligar gerandisdagar.