Savna inn til børn í Nepal

Í Klaksvík skipaðu KFUM og K skótar fyri útitiltaki fyri børn leygardagin. Tiltakið var í samband við árligu skótahjálpina, sum í ár er til frama fyri børn og ung í Nepal

Veðrið var av tí besta leygardagin, og børnini hugnaðu sær óført á plássinum við telefonstøðina í Klaksvík, har skótarnir m.a. høvdu sett hoppiborg upp til børnini at stuttleika sær í. Eisini vóru kaffi og vaflur at fáa til keyps.
Peningurin, sum skótarnir fáa inn við árligu innsavningini, fer í ár til skótamiðdepul í Nepal.
               Í ár er ár teirra brekaðu, og fer ein partur av innkomna peninginum til Meginfelag Teirra Brekaðu.
               KFUM og K skótarnir í Klaksvík hava við skótahjálpini og øðrum tiltøkum fingið um 12.000 krónur inn í ár.