Fyri at savna so mong fólk sum tilber við tivoliøkið á norðoyastevnu, verður ein pallur settur upp har eisini.
Tiltøk verða so á pallinum bæði leygar- og sunnudagin. Leygardagin verður byrjað við tiltøkum fyri børnunum klokkan 18. Síðani verður tónleikur inntil klokkan 21, tá tiltøkini enda.
Sunnudagin verður tað mest gospeltónleikur, sum verður framførdur á pallinum, men tó koma Hans Michael Mittúni og Finn Johannessen at undihalda fyri børnunum eina løtu.
Av teimum, sum koma at upptraðka á pallinum, kunnu nevnast: Arnfríð og Rannvá Lützen, Trølla Pætur og omman, Silvi, tónleikarar úr Klaksvíkar Musikkskúla, Nicolina Rubeksen´s band, gospeltónleikur frá Solo Deo Gloria, Getsemane, Heðin Askham og systrum hansara og gospelkórið Gleði úr KFUM og K.