Savna eldri starvsfólk á SEV

Starvsfólk á SEV, sum eru í aldrinum 60 ár og eldri, hava tikið seg saman í ein áhugabólk. Hetta er ein liður í eini seniortilgongd, sum SEV bjóðar hesum fólkum, ið nærkast eftirlønaraldri

Starvsfólk á SEV, sum eru í aldrinum 60 ár og eldri, hava tikið seg saman í ein áhugabólk. Hetta er ein liður í eini seniortilgongd, sum SEV bjóðar hesum fólkum, ið nærkast eftirlønaraldri

 

– Vit hava tørv á at beina okkara tankar á síðstu arbeiðsárini og tíðina, sum kemur, tá ið vit er liðug á SEV og fara á eftirløn. Tað er lættari at gera hetta í felagsskapi við onnur heldur enn at sita einsamøll við slíkum spurningum, sigur Ingeborg Godtfred, stjórnarskrivari á SEV.

 

Ingeborg Godtfred er saman við Kristionu Rein, Tummasi Løkjá og Jákupi Sørensen vald í eina nevnd at skipa fyri virkseminum í áhugabólkinum fyri seniorar á SEV. Tríggjar kvinnur og 25 menn eru við í bólkinum, sum hevur til endamáls at fjálga um starvsfólk 60 ár og eldri tey síðstu starvsárini, og tá tey eru farin frá vegna aldur sum 67 ára gomul. Tá eru tey framvegis vælkomin, at luttaka í ymiskum sosialum tiltøkum, sum elfelagið skipar fyri – í summum førum við maka.

 

– Hugburðurin er, at vit sum arbeiðsgevari hava skyldu til at geva starvsfólkum okkara eina góða byrjan, tá tey koma í starv, og at trivnaðurin er góður, meðan tey starvast hjá okkum. Ikki minst skulu vit kýta okkum, so ferðin av arbeiðsmarknaðinum eisini kennist góð og innihaldsrík, staðfestir Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari, í SEV.

 

Hon sigur, at tørvur er á at skipa seniorøkið í SEV betur, og 60+ áhugabólkurin er ein liður í hesum arbeiðinum. Bæði stjórnarskrivarin og HR-leiðarin fegnast um, at leiðslan í SEV stuðlar sera væl upp undir átakið.

 

Fyrsta stigið í seniortilgongdini var tikið fyrr í ár, tá ið SEV bjóðaði seniorum við makum til evnisdag, har sosial viðurskifti, fíggjarlig viðurskifti, sálarstøða og likamlig heislustøða vóru á dagsskránni.

 

Áhugabólkurin fer m.a. dagliga at vísa á viðurskifti í SEV, sum eru serliga viðkomandi fyri starvsfólk 60 ár og eldri. Harumframt verður skipað fyri eitt nú telduundirvísing, útferðum, kortkvøldum o.ø. hugnaligum tiltøkum.