Savna dýrgripirnar á einum staði

SUMBA: Nú fáa sumbingar umsíðir sítt bygdarsavn. Í hesum sambandi verður stórt tiltak í bygdini um vikuskiftið, har varpað verður ljós á ríka mentanarlívið og mentanararvin í bygdini.

Tiltakið byrjaði í roynd og veru í gjár, men tann stóri dagurin, tá “Sunnbiar Sóknar Bygdasavn” letur upp á fyrsta sinni, er settur til í morgin, leygardagin. Tá kemur millum annað mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø at luttaka.

Fyrireikingarnevndin hevur fingið hús til vega, har savnið skal halda til. Tað er í fyrrverandi handlinum, sum liggur sera væl fyri – mitt í bygdini.

Ein umfatandi skrá er gjørd til tað, ið er vorðið til sannar mentanardagar í Sumba, við bæði framsýningum, útferðum, fólkafundum, fyrilestrum, andaligum tiltøkum og øðrum bæði fyri ung og eldri.

Sumbiar kommuna hevur haraftrat fríðkað og gjørt eitt øki klárt við fótbóltsvøllin til kamping. So her er lagt upp til rimmar mentanardagar í sunnastu bygd okkara.

Bygdarstevnan byrjaði annars við serstakari gudstænastu í Sumbiar kirkju í gjár, Kristi Himmalsferðardagur. Sóknarpresturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech prædikaði, har hann vísti á keltiska árinið á kristnitrúgv okkara. Við hesa gudstænastuna luttók eisini Sumbiarkórið. 



SAVN

Í hesum bygninginum skal bygdarsavnið savna allar forngripirnar úr Sumba