Savn við átta óhugnaligum søgum

»Tann sæla ræðslan« er savn av óhugnaligum søgum.

Seinasta fríggjakvøld varð bókin TANN SÆLA RÆÐSLAN løgd fram á kaffistovuni Paname í H.N. Jacobsens Bókahandli í Havn. Hetta er eitt savn – ein antologi – við átta óhugnaligum, ræðuligum og spøkilsiskendum stuttsøgum.

Millum høvundarnar er amerikanarin H.P. Lovecraft (1890-1937), í dag tiltikin um allan heim sum sjálvur kongurin í ræðusøgunnar ríki. Ein annar er Guy de Maupassant (1850-1893), úr Fraklandi, faðir at tí modernaðu stuttsøguni, tiltikin fyri sín orðfáa, neyvt eygleiðandi stíl. Týskarin Hanns Heinz Ewers (1871-1943) er umboðaður við søguni Eiturkoppurin, ein tekstur, sum fær hárini at reisast á ungum, moyrum lesarum. Ein annar er Mervyn Peake (1911-68) úr Onglandi, víðagitin teknari og maðurin, sum skrivaði tær tríggjar bøkurnar um Titus, Titus Groan, Gormenghast og Titus Alone. Hansara tekstur – Drongur í myrkri – er fleirtýddur og kann eitt nú lýsast sum eitt líknilsi um harðræði, tað veri seg av verðsligum ella religiøsum slag. Men frásøgnina um Tað Hvíta Lambið, sum situr í einum helli undir jørð – og við síni mjúku rødd og sínum meinfýsni fær hvønn sum nærkast at fána burtur – gloymir lesarin ikki. 

Í savninum er ein kvinna umboðað, Edith Wharton (1862-1937) úr New York. Hennara søga – Seinni – er ein spøkilsissøga, sum varpar ljós á ráa amerikanska kapitalismu. Í bókini eru annars søgur fyri einhvønn smakk og aldursbólk, og her eru m.a. tvær stuttsøgur eftir Arthur Conan Doyle (1859-1930), mannin, sum skapti uppdagaran Sherlock Holmes, og sum er gitin fyri sítt vakra og fjølbroytta enska mál.

Í einum eftirmæli greiðir umsetarin Hanus Kamban - sum eisini hevur gjørt úrvalið – frá, hvønn týdning tann óhugnaliga søgan hevði fyri tey, sum vuksu upp í Føroyum í fyrru helvt av 20. øld og árini aftaná, tá ið onki ravmagn var, ongar gøtulyktir og onki sjónvarp. Meðan skýmingin legðist, sat søgusigarin og fortaldi, ósæddar verur livnaðu upp undir stólum og borðum, og endin var, at “vit drógu beinini upp á bonkin og sótu og lýddu á, rúnarbundin og við glógvandi eygum”.

Hanus greiðir somuleiðis frá “tí gotiska” og tí “sublima”, lýsir sjangruna og leggur fram stuttar ævisøgur um teir sjey høvundarnar. Við heitinum – “Tann sæla ræðslan” – verður sipað til orðini “delicious horror” eftir enska høvundin og heimspekingin Edmund Burke (1729-97).

Tann sæla ræðslan er 367 síður long. Hon er prýdd við níggju myndum eftir Atla Brix Kamban, sum annars er tónleikari og filmskapari. Bókin er prentað á Føroyaprenti, hvørs dugnaligu medarbeiðarar hava loyst tað eleganta grafiska sniðið úr lagdi. Søgurnar eru týddar úr enskum, týskum og fronskum. Bókin kostar 328 krónur. Hon er fyrsta verkið av hesum slag, sum komið er út í Føroyum. Útgevari er Forlagið Náttsólin.