Saviour Mifsud: Malta vinnur 2-1 (FM1)

(FM1) Saviour Mifsud er ein av tveimum maltesarum, ið búgva í Føroyum. Hoyr samrøðuna FM1 hevði við Saviour Mifsud

Hann hevur sama eftirnavn sum besti maltesiski fótbóltsspælarin nakrantíð, Michael Mifsud og hann er ein av tveimum maltesarunum sum býr í Føroyum. Hann eitur Saviour Mifsud og starvast hjá PM heilsølu í Havn.

 

Hin maltesarin sum býr í Føroyum er nunnan, ið nevnist Systur Marissa.

 

Saviour Mifsud hevði keypt atgongumerki til Nations League dystin millum Føroyar og Malta, ið byrjar í kvøld klokkan 19.45. Men hann kennir onkran spælara hjá Malta, og hevur tí fingið tvey atgongumerki til VIP-seksjónina á Tórsvølli.

 

Saviour Mifsud kennir seg sigursvísan, og hann væntar, at Malta vinnur 2-1 á Føroyum í kvøld.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen hevði við Saviour Mifsud.

 

Tróndur Arge sigur frá Nations League dystinum millum Føroyar og Malta á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.