Saviola liðugur í Real

Argentinski álopsspælarin Javier Saviola sleppur ikki rættiliga fram at liðnum í Real Madrid, og nú skriva sponsk bløð, at Saviola verður seldur í summar. Ætlanin var, at Saviola skuldi seljast nú, men Klaas-Jan Huntelaar kann ikki spæla Champions League dystir fyri Real Madrid, og tí vil felagið hava Saviola í hópinum fram til summarsteðgin.