Saviola gevst í FC Barcelona

Kviki argentiski áleyparin hevur ikki fingið nógva leiktíð í FC Barcelona í ár, og hann verður nú biðin um at finna sær nýtt felag til komandi kappingarár.

Hann hevur tvey tey undanfarnu kappingarárini verið útleigaður til Monaco og síðan Sevilla, men tað tykist greitt, at talan hesaferð verður um eina sølu. Real Madrid og Manchester City hava stillað seg í boðið um áleyparan, sum eftir hondini er vorðin 25 ára gamal.