Undir navninum Saveus gav hann út fyrsta lagið í 2015, ið kallast Levitate Me, og vann hann bæði virðislønir og toppaði hittlistar fyri hetta lagið. Árið eftir gav hann út lagið Everchanging, ið eisini var sera væl móttikið. Í 2017 gav hann út eina EP Will Somebody Save Us, sum eisini var væl móttikin. Í 2018 kom hann við útgávuni Neuro, ið var so væl dámd, at hann slapp at lata upp ‘Orange Scene’ á Roskilde festivalinum, ið má metast vera tað størsta fyri nógvar tónleikarar.
Í 2022 gav hann út fløguna Rainman, ið rakti nýggjar hæddir fyri danska tónleikaran. Við hesari útgávuni hevur hann staðfest, at hann er ein av størstu donsku tónleikastjørnunum í nýggjari tíð. Júst nú eru sangirnir Rainmain, Himalaya og Dark Vibrations í toppinum á donskum hittlistum.
Nú sleppa vit at hoyra hann mitt í býnum í Havn, tá hann vikuskiftið 23. og 24. juni kemur á OY Voxbotn 2023.
Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen koma á OY Voxbotn 2023.
– Vit gleða okkum at kunngera enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.