Savage Garden

Affirmation

Teir báðir Darren Hayes og Daniel Jones hava skrivað ein frálíka poppfløgu. Teir eru eisini Savage Garden. Her er totalpoppur við distortion guitarum laaaangt har afturi í ljóðmyndini. ?Affirmation? er frálíkt lag og balladan ?I Knew I loved You? hevur eisini ein kjans sum hit. Vandamikil heitið so sum ?Chrash and Burn? eru eisini at hoyra við lúrandi U2 hermandi guitarum. Fyrst og fremst er tað sangarin, ið gevur Savage Garden identitet. Hansara serliga klingandi rødd við skjótum vibrato og serligari falsett lyftir miðalgóð løg upp á eitt støði soleiðis at tú beinanvegin kanst siga ?Savage Garden?, tá tú hoyrir røddina.

Aftan fyri fitta, dugnaliga poppin hjá Savage Garden liggur tó ein greið ætlan. Raskast at keypa fløgur eru ungar gentur og sambært marknaðarkanningar so elska tær alt frá løgum um hjartasorg og prinsin á tí hvíta hestinum ? bara so leingi produktiónin hevur verið ein túr í sukurbrunninum. Savage Garden hava ikki vitjað sukurbrunnin. Teir búgva har.

Og tá so onkur rockguitar snýkjur seg á polaroidið, so kanst tú vera vísur í, at Barbie situr undir liðini. Tað er so deiligt.