Stjórnin í Saudiarabia hevur stongt landsins sendistovu í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo og øll konsulát í øðrum egyptiskum býum, samstundis sum sendiharrin er kallaður heim.
Almenna saudiarabiska tíðindastovan SPA skrivar, at stjórnin hevur tikið avgerðina, eftir at fleiri mótmælistiltøk hava verið uttan fyri sendistovuna í Kairo og konsulátini. SPA sigur eisini, at mótmælisfólk hava roynt at koma sær inn á sendistovuna og konsulátini, og at starvsfólkini tí ikki hava kent seg trygg.
Orsøkin til mótmælini uttan fyri tær saudiarabisku umboðsstovurnar í Egyptalandi er, at myndugleikarnir í Saudiarabia hava handtikið ein egyptiskan sakførara. Sagt verður, at hann bleiv tikin, tí hann hevði sagt okkurt niðrandi um saudiarabiska longin Abdullah og fyri at hava funnist at viðurskiftunum í teimum saudiarabisku fongslunum. Saudiarabia sigur hinvegin, at maðurin bleiv tikin, tí hann hevði rúsevni uppi á sær.