Í samrøðu við amerikanska vikublaðið Time sigur krúnprinsurin, at eftir hansara uppfatan er tað ikki rætt av amerikanarunum at tengja Iran og Irak at hesum krígnum. Krúnprinsurin sigur, at er tað so, at londini hava tilknýti í altjóða yvirgang, so er talan um lítlar bólkar í teimum báðum londunum og ikki um stjórnirnar í Teheran og Bagdad.
Abdullah krúnprinsur hevur havt tað veruliga valdið í Saudiarabia, síðani Fahd kongur gjørdist sjúkur.