Saudiarabia og 11. september

Hvítu Húsini tóku 28 síður burtur úr frágreiðingini um tað, sum hendi upp undir tann 11. september í 2001. Síðurnar snúgva seg um saudiarabiska lutin í yvirgangsatsóknini.

Hvítu Húsini í Washington hava verið fyri hvøssum atfinningum, síðani ein kongressnevnd fyrrakvøldið almannakunngjørdi sína frágreiðing um tað, sum hendi upp undir yvirgangsatsóknina í New York og Washington tann 11. september í 2001. Orsøkin til atfinningarnar er, at Hvítu Húsini góvu kanningarnevndini boð um at taka 28 síður úr frágreiðingini, áðrenn hon varð almannakunngjørd.

Tær 28 síðurnar snúgva seg um tann lut, sum Saudiarabia eftir øllum at døma hevði í atsóknini. Herfyri kom fram, at ein saudiarabiskur agentur hevði havt samband við tveir av yvirgangsmonnunum. Fyr er komið fram, at í hvussu er ein av yvirgangsmonnunum fekk pengar frá saudiarabisku sendistovuni í Washington.

Í frágreiðingini hjá kongressnevndini stendur, at undan atsóknini tann 11. september hevði FBI kært seg um, at myndugleikarnir í Saudiarabia vóru ikki serliga samstarvshugaðir, tá tað galt yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Sagt verður beinleiðis, at størri saudiarabiskur samstarvsvilji hevði kanska forðað atsóknini.

Fleiri týðandi amerikanskir eygleiðarar krevja, at stjórnin hjá Bush, forseta ger meiri burtur úr málinum., og at stjórnin skal broyta sín politikk mótvegis saudiarabiska konmgshúsinum. Eygleiðararnir ivast ikki í, at Saudiarabia framvegis hjálpir yvirgangsmonnum. Rætt er tað, at landið við jøvnum millumbilum boðar frá, at yvirgangsmenn eru tiknir, men vit fáa ongantíð at vita, hvørjir teir eru, og vit frætta heldur ongantíð um nakað rættarmál, siga eygleiðararnir. Summir teirra vilja vera við, at saudiarabiska leiðslan hevur framvegis samband við Osama bin Laden.