Heimsins størsti oljuframleiðari ætlar at økja framleiðslu sína við fimm prosentum, so trýstið á oljuprísin linkar Sambært New York Times ber Saudi-arabiska kongshúsið somikið stóran ótta fyri avleiðingunum av hækkandi oljuprísunum, at tey nú vilja økja framleiðsluna hjá landinum.
Saudi-arabia er heimsins størsti oljuframleiðari, og verður talan um ætlaða framleiðsluvøksturin upp á 5%, er dagliga framleiðslan næstan 10 milliónir tunnur.









