Botnfiskakvotur
í Barentshavinum
og í Norðsjónum
Grundað á sínámillum semju millum Noreg og Russland um fiskiveiði í Barentshavinum í 1998 lækkar MLV?ið av toski við 23% frá 850.000 tonsum í 1997 til 654.000 tons í 1998, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 104.000 tonsum niður í 80.000 tons. Norski parturin av triðjalandskvotuni er 32.300 og við Svalbard er triðjalands kvotan 26.160 tons í mun til 34.000 í 1997.
Hýsu-heildarkvotan lækkar frá 210.000 tonsum í 1997 til 130.000 í 1998. Ein niðurskurður uppá 38%. Triðjalandskvotan av hýsu er lækkað úr 10.000 tonsum niður í 6.000 tons í 1998. Lodnuveiða verður ikki loyvd í 1998 og ikki beinleiðis veiði eftir svartkalva í Barentshavinum.
Noreg og Føroyar samdust um at føroyska toskakvotan lækkar við 600 tonsum til 2.600 tons (÷18,7%). Hýsukvotan lækkar við 450 tonsum niður í 550 tons og kvotan av øðrum fiskasløgum minkar við 50 tonsum til 250 tons.
Fyri at bøta um veiðimøguleikan í norskum sjógvi verða 1500 tons av toski, 250 tons av hýsu og 100 tons av øðrum flutt úr russiska partinum av Barentshavinum til norska partin.
Upsakvotan í Norðsjónum er fyri 1998 avtalað at vera 1600 tons og kvotan av øðrum 300 tons.
Veiðimøguleikarnir hjá føroyskum skipum eftir botnfiski fer soleiðis úr 6.900 tonsum upp í 7.150 tons. Harafturat kemur botnfiskakvotan fyri Svalbard, sum í mun til MLV?ið í 1998 verður 1355 tons av toski og 325 tons av øðrum.
Rækjuveiðan
við Svalbard
Fiskidagatalið hjá føroyskum rækjuskipum í Svalbard økinum er broytt í 1997.
Sambært forskrift um rækjuveiðu á Svalbards økinum er ásettur ein niðurskurður í fiskidagatalinum frá 2.555 dg. til 1317 dg. grundað á tað hægsta fiskidagatalið hjá hvørjum landi yvir eitt tíðarskeið frá 1990 til 1995. Fyri Føroyar er árið 1990 valt sum tað hægsta (1.317 dagar). Skipatalið er óbroytt 11 rækjuskip á leiðini.
Fráboðan um hesa áseting varð send landsstýrinum gjøgnum uttanríkismyndugleikarnar tann 21. mai 1997. Landsstýrið mótmælti hjá norsku fiskivinnumyndugleikunum og Danmark hevur vegna Føroyar og Grønland mótmælt norsku ásetanini.
Norski parturin útsetti gildiskomu av forskriftini fyri Føroyar grundað á verandi fiskiveiðiavtalu millum Noreg/Føroyar fyri 1997, har í avtaluni rækjudagatalið var ásett framm-anundan.
Forskriftin skuldi tí galda fyri 1998 og framyvir.
Føroyar høvdu lagt upp til eina samráðingarloysn eins og gjørt var í 1982 og 1985, men hetta vildi norski parturin ikki ganga við til. Á fundinum avvísti Noreg at samráðast um málið, sæð frá norska sjónarmiðinum um yvirvaldsrættin hjá Noreg at áseta umsitingarligar veiðireglur á Svalbard økinum. Eisini varð víst til, at bert Danmark vegna Føroyar og Grønland og ES høvdu mótmælt, meðan hini londini ikki høvdu mótmælt ásetingini. Eisini varð víst á, at hóast ES-mótmæli, so góðtekur ES fiskidagatalið fyri rækjuveiðuna.
Tað var soleiðis ógjørligt at fáa samráðingar um rækjurnar við Svalbard. Føroyski parturin kravdi innført í avtaluna tey føroysku sjónarmiðini. Fiskidagatalið við Svalbard verður soleiðis 1.317 dagar og skipatalið óbroytt 11 skip fyri 1998.
Makrelur
Føroyski parturin av vestmakrelinum er reguleraður eftir semju millum Noreg, ES og Føroyar, og fáa Føroyar í avtaluni við ES ein ávísan prosentpart (beint undir 6%) av vestanmakrel-MLVnum. Tey seinastu árini hava Noreg og ES gjørt avtalu um MLV?ið á vestmakrelinum. Úrslitið fyri 1998 er ein hækking frá 261.000 tons til 310.810 tons (+19%), og av hesum eiga Føroyar tilsamans 17.200 tons av vestmakrel-inum. Føroayr lata til ES og Noreg og fáa nakað aftur í teirra sjógv. Eisini fær Ísland makrel frá Føroyum. Gongdin seinastu árini hevur verið, at tey veiðirættindi, sum Føroyar fáa aftur fyri í norskum sjógvi, hava havt stóran týdning fyri fíggjarligu úrslitini hjá nótaflotanum. Hetta er søguliga orsøkin til, at norðmenn altíð hava fingið meiri makrel.
Avtalan fyri 1998 gevur Noreg 9.600 tons frá Føroyum og Føroyar fáa 3.950 tons í norskum sjógvi. Føroyski parturin hevur undir samráðingunum hildið fast um, at munurin skuldi minkast og at norska kvotan ikki kundi hækka stórvegis hóast hækkingina í MLV-num.
Rækjuveiða
við Jan Mayen
Føroyar hava í nøkur ár roynt at fingið eina rækjukvotu við Jan Mayen. Hetta eydnaðist hesaferð og verður føroyska kvotan 500 tons av rækjum við Jan Mayen við møguleika fyri at víðka hesa við 250 tonsum í býti við svartkjafti.
Ídnaðarveiða,
svartkalvi og sild
Føroyska ídnaðarveiðan økist úr 20.000 tons til 29.000 tons í 1998 (íroknað 2.000 tons av brislingi). Hetta varð gjørt soleiðis, at 9000 tons av svartkjafti, sum fyrr var royndarveiða og veiða við Jan Mayen, verða løgd afturat ídnaðarveiðuni. Eftir verða 2000 tons av svartkjafti.
Sildakvotan í Norðsjónum hækkar 900 tons.
Veiðirættindi hjá
Noreg
á føroyskum øki
Norska botnfiskaveiðan undir Føroyum fer niður til 5.700 tons. Makrelveiðan verður 9.600 tons og svartkjaftaveiðan fer upp til 36.000 tons, harav eru m.a. 5000 tons av rossamakreli yvirflutt sum svartkjaftur.
Føroyska sendinevndin á fundinum í Oslo var Kaj P. Mortensen, fiskvinnustjóri, Ulla S. Wang, fiskivinnu-fulltrúi, Mogens Holm Petersen, uttanríkismálaráðharri, Jákup Sólstein, Christian Martin Rasmussen og Johan Christiansen fyri Føroya Reiðarafelag.
Kaj P. Mortensen