Sáttmáli við ARTA um nýggj spælipláss

- Vit fegnast um møgulekan at kunna gera umstøðurnar hjá børnum og ungum í kommununi betur.

Sáttmálin, sum Eysturkommuna hevur gjørt við fyritøkuna, ARTA,  merkir, at eitt nýtt spælipláss verður bygt í Bóndagerði í Leirvík.

 

Men, sáttmálin er størri enn so. Hann fevnir eisini um, at kenda spæliplássið í Syðrugøtu fær eina endurnýggjan.

 

- Talan er um nýggja útgerð, fallundirlag og møblar. Arbeiðið byrjar um mánðarskiftið juli/august og verður eftir ætlan liðugt fyrst í september.

 

Tað siga tey í Eysturkommunu.

 

Í kommununi fegnast tey um møguleikan at kunna gera umstøðurnar hjá børnum og ungum í kommununi betur.

 

- Vit fegnast um at vera við til, at tey ungu eru meira úti í náttúruni og njóta frálíka umhvørvið, sum er í bygdunum, siga tey í Eysturkommunu.