Sáttmáli um fimleikahøll í Kaldbak undirskrivaður

Tað nærkast, at fólk í Kaldbak fáa nýggja høll.

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

 

Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.

 

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið varð endaliga avgreitt á býráðsfundi 29. september í ár.

 

Fyrradagin varð so sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak undirskrivaður.

 

Á ovastu myndini síggjast f.v. Karstin Vang, byggifrøðingur og stjóri á ÁTS spf., Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.