Býráðið samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum. Talan er um at gera uppt til 200 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin.
Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum.
Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.
##med2##
Ein ætlan er gjørd fyri komandi viðarlundina og trivnaðarøkið, soleiðis at tað verður væl skipað við trøum, plantum, lendisgøtum, uppihaldsøkjum vm.
Ætlanin fyri viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum varð boðin út til veitarar innan lendisarkitektur. Fýra veitarar lótu inn tilboð, og eftir samráðingar fall valið á Urtagarðstænastuna.
##med3##
Í dag varð so sátmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, sum fer í gongd við arbeiðið beinanvegin. Ætlanin er at arbeiðið er liðugt tann 1. desember í ár.